
Sosialurin skrivar 27. apríl 2006:
Í alt arbeiða um 50 flogternur hjá Atlantic Airways, og hava tær allar fingið eina grundútbúgving innan hetta yrkið. Sermerkt fyri arbeiðið sum flogterna er, at arbeiðstíðirnar eru skiftandi, tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt, men somuleiðis í tøttum toymi. Somuleiðis skalt tú vera tænastuhugaður, nærlagdur, tolin og megna at arbeiða í stressaðum støðum.
- Okkum dámar væl hetta arbeiðið. Lønin er góð og arbeiðstíðirnar skiftandi, gevur frálíkt fjølbroytni fá einum vanligum arbeiði frá klokkan 8-17. So tað er akkurát nakað fyri okkum, eru bæði Høgni og Sveinur samdir um.
Spennandi og øðrvísi
Fyri kortum var ein starvslýsing í bløðunum, har Atlanic Airways leitaði sær eftir fleiri nýggjum flogternum. Áhugin var stórur, men hóast eini 100 søktu um arbeiði, var Sveinur ikki tikin av bóli, tá hann fekk at vita, at hann var millum tey 10, ið sluppu gjøgnum nálareygað.
Tá eg sá starvslýsingina í bløðunum, helt eg alt fyri eitt, at tað ljóðaði spennandi og øðrvísi. Eg slapp til samrøðu, ið gekk sera væl. So tá tey ringdu eftir mær, gjørdist eg ikki kløkkur, men sera glaður, sigur Sveinur.
Høgni søkti somuleiðis um arbeiðið, tí hann ynskti at royna okkurt nýtt og øðrvísi, og kann, nú hann hevur arbeitt í ein mánað, av røttum staðfesta, at hetta arbeiðið er júst so:
- Eingin túrur er eins. Men eg veit tó ikki, um hetta verður mín lívsleið. Eg havi ikki arbeitt so leingi, men taðð hevði verið stuttligt og áhugavert at roynt at flogið fyri eitt stórt flogfelag uttanlands í framtíðini. So hevði eg upplivað og ment meg enn meira. Ella hvør veit kanska eg fari at lesa til flogskipara, leggur Høgni afturat við einum smíli.
Strong krøv
Fyri at gerast flogterna eru tað nógv krøv, ein skal lúka. Tá Planet.fo setir spurningin um hvørji hesi krøvini eru, svarar Sveinur alt fyri eitt, at ein skal síggja ótrúliga gott út, men leggur tó beinanvegin afturat við einum skálkabrosi, at tað avgjørt ikki er ein treyt:
- Nógv størri krøv eru til eina flogternu. Tú skalt eitt nú vera 21 ár og hava eina góða heilsu. Einki skal vera galið hvørki kroppsliga ella sálarliga. Tað ber heldur ikki til at hava eina flogternu umborð, sum verður bangin, bara tað rullar eitt sindur. Eisini skalt tú hava kunnleika til fremmandamál, hava eina vanliga hoyrn og sjón og orka heilt væl. Somuleiðis skalt tú gjøgnum nakrar royndir, áðrenn tú fært loyvi at arbeiða umborð. - Eitt nú eitt trygdarskeið har tú lærir, hvat tú skalt gera í eini neyðððstøðu. So tað er ikki bara sum at siga tað at arbeiða á einum ferðafólkaflogfari, sigur Sveinur.
- Men var tað ikki ræðandi at fyrireika seg til møguligar neyðstøður á trygdarskeiðnum?
- Tað kendist rættiliga veruleikakent. Vit vóru eitt nú í einum stórum hyli við nógvum aldum, toruslátturi, regni o.ø. Har skuldu vit hjálpa neyðstøddum ferðafólki upp í bjargingarbátar. Tað var álvarsamt, men eg varð ikki ræddur. Heldur var tað læruríkt og stuttligt at royna. Eg kundi avgjørt ikki verið trygdarskeiðini fyri uttan í hesum arbeiðnum, sigur Sveinur og skoytir uppí, at tað truplasta var at læra allar reglurnar fyri flogferðslu.
Høgni heldur, at flest øll hava misskilt arbeiðið hjá eini flogternu:
- Nógv halda, at arbeiðið bert er grundað á at veita tænastu, men tað er tað rætt og slætt ikki. Í høvuðsheitum eru vit her fyri at tryggja, at alt er í lagi. At vit so eisini borðreiða mat og drekka til ferðafólkini er bert ein tænasta, sum ger tað dámligari hjá øllum at flúgva.
Strævið arbeiði
Høgni og Sveinur játta, at hóast tað er spennandi at arbeiða sum flogterna, er tað til tíðir strævið:
- Alt skal ganga sera skjótt fyri seg, og vit skulu altíð vera væl upplagdir. Eitt nú tá vit flúgva til Íslands, skulu vit megna at gera alt tað sama arbeiðið á bert ein tíma, sum vit gera á ein tveir tíma langan túr til Danmarkar. Vit arbeiða um 40-60 tímar um vikuna, men vit eru ikki bert til arbeiðis, tá vit eru í luftini. Tá vit eitt nú flúgva til Norra, eru vit burtur í tríggar dagar.
Ov kventrasligt arbeiði?
Høgni og Sveinur eru báðir á einum máli um, at arbeiðið sum flogterna ikki er ov kventlasligt:
- Tað er tað avgjørt ikki. Tað eru bara gamlir fordómar, ið fáa fólk at hugsa soleiðis. Um tað er ov kventlasligt at vera flogterna, er tað avgjørt eisini ov kventlasligt at arbeiða í eini barr ella matstovu. Fordómarnir eru kanska komnir av teirri orsøk, at áður hava mannligu flogternurnar verið ov leysar í hondliðunum ella rættari sagt kventlar. Men soleiðis er tað veruliga ikki, sigur Høgni at enda avgjørdur.
Flogterna og flogterningur?
- Hvussu nevna vit eitt mannfólk, sum starvast sum flogterna? Hesin spurningurin var leingi viðgjørdur umborð á Atlantic Airways. Flogtænari, flogkallur, flogsveinur, flogskarvur, steward ella flogterningur vóru uppskotini, sum vóru á lofti millum flogternurnar, ið vóru til arbeiðis henda túrin:
Á Málstovuni verður sagt, at orðið flogterna hóskar best sum heiti um bæði konufólk og mannfólk, men tað eru øll mannfólk ikki samd í:
Málstovuni verður sagt, at orðið flogterna hóskar best sum heiti um bæði konufólk og mannfólk, men tað eru øll mannfólk ikki samd í:
-Summi kalla okkum menn flogternur, men tað haldi eg ikki er rætt. Kanska flogsveinur er tað besta orðið, sigur Sveinur Dam, ið starvast sum flogterna hjá Atlantic Airways, brosandi.
- Ja, tað er alt ov kventlasligt. Tá tað nú er broytt frá at eita sjúkrasystur til sjúkrarøktari, eigur tað somuleiðis at bera til at finna eitt nýtt orð til mannfólk, ið arbeiða sum flogternur, leggur Høgni afturat.
Marius Staksberg, ið er málfrøðingur og starvast á Málstovuni, sigur soleiðis um uppskotini, flogternurnar umborð á Atlantic Airways eru komnar við:
- Eg havi fatað orðið flogterningur sum skemt. Hini orðini eru sum so í lagi, men flogtænari er kanska tað orðið, merkingin hóskar best til. Men tænari er eitt starv frammanundan, og tað verður brúkt um bæði mannfólk og konufólk. So hví ikki eisini nýta orðið terna um mannfólk? Tað haldi eg hóskar best, sigur Marius og skoytir uppí, at konufólk hava tað ofta lættari við at góðkenna kallkynsorð sum starvsheiti, enn mannfólk hava við at góðkenna kvennkynsorð sum sítt arbeiði:
- Ein orsøkin til hetta er møguliga, at størv, sum menn vanliga hava havt, hava verið hægri mett enn konufólkastørv. Men í hvussu er tykist tað, sum vit ofta hava lættari við at góðtaka kallkynsorð um konufólk enn kvennkynsorð um mannfólk. Starvsheiti sum lækni, sakførari og tænari verða góðtikin um konufólk, uttan at fólk flest hugsa um tað, og tá vit hava serligar kvennkynsformar, verða kvennkynsorðini bara brúkt um konufólk, men kallkynsorðini um bæði mannfólk og konufólk. Eitt nú verður lærarinna bert brúkt um konufólk, men lærari um bæði kyn, og formaður verður brúkt um bæði kyn, men forkvinna ella forkona verður bara brúkt um konufólk, sigur Marius Staksberg, málfrøðingur.
Sostatt eitur ein stewardessa flogterna á føroyskum, líkamikið um tað er eitt mannfólk ella konufólk, ið er til arbeiðis. Flogterna úttalast og stavast terna, og ikki tedna, sum flytifuglurin, sum kemur til Føroya á Halvarsøku.
Fakta
Tá tú arbeiðir sum flogterna, eru nógv krøv. Eitt av mongum er, hvussu tú sært út og klæðir teg. Her eru nakrar klædnareglur, Sveinur og Høgni skulu lúka, tá teir eru til arbeiðis:
- Allar flogternurnar skulu vera í eins búna.
- Øll klæðini skulu vera rein og sita væl at kroppinum
- Skulu bera eitt slips
- Skógvarnir skulu vera einkultir, svartir og ikki hava nakra sjónskt prýði á.
- Sokkarnir skulu vera svartir ella myrkabláir
- Tá ein er í jakka, skal jakkin vera knappaður
- Allar flogternurnar skulu vera í jakka við fráferð og komu.
- Hárið skal ikki vera langt og altíð vera reint og væl sett.
- Neglirnar skulu vera reinar og snøggar
- Belti og annað tilhoyr skal vera svart, myrkablátt ella hvítt. Annars er tað ikki loyvt at nýta ov nógv tilhoyr, og um so er, skal tað vera sera einkult.
Ein arbeiðsdagur hjá Sveini og Høgna
Planet.fo hevur verið til arbeiðis við tveimum flogternum hjá Atlantic Airways, Høgna Øster og Sveini Dam.
- Høgni og Sveinur møta klokkan 7.15. Teir fáa sær fyrst morgunmat, og síðan fara teir í manningarrúmið á flogvøllinum fyri at ráðleggja túrin. Umframt teir eru flogskiparin, stýrimaðurin og hinar flogternurnar, sum skulu við til Keypmannahavnar, í manningarrúminum.
- Síðan verður farið umborð á tóma flogfarið at gera klárt og kanna eftir, um øll útgerðin er, sum hon eigur at vera umborð. Tey 51 ferðafólkini koma umborð og verða vinarliga víst upp á pláss. Hurðarnar verða latnar aftur, og flogfarið koyrir spakuliga út á vøllin.
- Høgni og Sveinur vísa ferðafólkunum, hvussu tey skulu bera seg at í møguligum neyðstøðum: Tá tað er liðugt, seta teir seg niður, og flogfarið fer á flog úr Vágum: - Eg mundi einaferð gloymt at sett meg niður, men tá flogfarið so byrjaði at ristast, rakna_i eg alt fyri eitt við og fann mær skjótt eitt pláss, sigur Sveinur brosandi.
- So skjótt flogfarið er farið á flog, reisa teir seg aftur og byrja at avgreiða tollfríu vørurnar og matarbakkarnar. Tað gongur skjótt, og ferðafólkini verða eisini skjótt liðug at eta: - Vit hava øll fastar uppgávur, so allar flogternurnar vita júst, hvat tær skulu gera allan túrin, sigur Sveinur.
- Síðan kemur Høgni við kaffi: - Ynskja tygum mjók í kaffið?, spyr Høgni vinarliga hvørja ferð, hann fer fram við einum ferðafólki.
- Hvørki Sveinur ella Høgni gerast illa fyri í búkinum, tá tað rullar eitt vet ov illa umborð:
- Vit eru so hepnir at sleppa undan hesum. Onkuntíð rullar tað kanska eitt sindur í høvdinum, tá eg komi heim eftir ein langan arbeiðsdag, men tað er ikki nakað, ið bilar, sigur Høgni.
- Tveir tímar seinni eru vit í Kastrup. Nú skal ruddast og gerast klárt aftur til heimferðina. Ymiskt liggur eftir, nú fólk eru farin. Okkurt pappír o.a. er stungið niður í lumman á stólarygginum. Og eitt nú manglar ein spýggiposi í einum lumma á stólarygginum, har trygdarreglur og blaðið hjá Atlantic Airways somuleiðis eigur at liggja.
- Um ein tími gongur, so er flogfarið fult aftur og klárt at fara aftur til Føroya. Høgni og Sveinur bjóða ferðafólkunum sess og greiða frá trygdarreglunum, áðrenn vit aftur koyra út efitr flogvøllinum og eru klár at fara í luftina og heim aftur til Føroya.
- Endað verður aftur í manningarúminum á flogvøllinum, har tikið verður samanum.
Kelda: Sosialurin 27.04.06, Lív Højsted Horsdal